Hugin Frói (1904-1988)
Hugin Frói. Hugin Frói er dulnevni fyri Eisenberg Hentze, ið er føddur á Sandi í 1904. Hann gekk í barnaskúla í heimbygdini, fór so at læra húsasmíð og í hesi vinnu hevur hann starvast meginpartin av manndómsárum sínum - nøkur ár var hann tó til skips.
Heilt frá unglingaárum hevur hann sett saman yrkingar, eina nú, aðra tá, og hann hevur roynt seg sum kvæðayrkjari.
Í 1954 komu frá hansara hond »Kvæði um bardaga Sigmunds við Randver« og yrkingasavnið »Várligt fleyr«, ið Varðin gav út.
Hann doyði í 1988.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.