Skip to main content

Petur William Háberg (1914-1984)

Hann er føddur í Tórshavn 31/8-1914. Aftan á lokna skúlagongd arbeiddi hann eitt skifti sum blaðmaður eitt nú á Dagblaðnum, seinni sum skrivstovumaður og reiðari. Í 1954 gav hann á Norrøna forlagnum út bóklingin »Hvussu nógv kann eg 99 draga frá skattainntøkuni. Hondbók skattaborgarans«, men tað er í virkinum fyri føroysku brøðrasamkomurnar, hann hevur skapað síni høvuðsritverk. Blaðstjóri var hann á tíðarritinum »Lív og læru 1-23« 1960-74 og hann hevur skrivað hesi rit og hesar bøkur: »Paulusar brøv. Eitt stutt yvirlit«, 1955, »Bíblian í høvuðsheitum. Handrit, týðingar, árstøl, hvør einstøk bók sundurgreinað«, 1972, »Gumma mín og eg«, 1976, »Søgur um sangir«, 1954, »Søgur um sangir. 2. bók«, 1979.

Í 1981 kom endurminningarbókin »Hugbirtingar« í stórum broti og við rúgvismiklum myndatilfari.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.