Skip to main content

Doris Hansen (1943-)

Doris Hansen var fødd í Øravík í 1943. Hon er útbúgvin lærari, tali-, lesi-og hoyrilærari. Hon hevur verið sera virkin í arbeiðinum at bøta um korini hjá teimum brekaðu, m.a. hevur hon í mong ár verið formaður í MBF.  Í 1997 fekk hon Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bókina Søgan um hini.