Skip to main content

Jákup Hansen (1881-1967)

Tá ungmannablaðið »Ungu Føroyar« í 1907 sá dagsins ljós, vóru fólk brátt var við dulnevnið »Finnur hin lítli«, ið var at síggja undir smásøgum og yrkingum.

Fólk vóru forvitin. Hvør var Finnur hin lítli?

Leingi var hetta dult, men at enda spurdist, at aftan fyri dulnevnið stóð havnardrongurin Jákup Hansen.

Hann var føddur í 1881. Gjørdist tíðliga móðurloysingur og fór blaðungur til Kirkjubøar at vera. Mannkomin kom hann aftur til Havnar, giftist og setti búgv í Syðrugøtu, har hann búði, til hann andaðist í 1967.
 
Ongantíð kom tað, ið Jákup Hansen skrivaði, út í bók fyri seg, men enn liva yrkingar hansara, og fleiri teirra munnu fara at liva um ævir; serliga verður her hugsað um føðilandssangin »Fagurt ert tú fosturlandið«, um hin káta og bragdliga »Tá eg verði stórur, tá verður tað gott« og hin yndisliga kvøldsangin »Góða mamma, eg vil sova«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.