Skip to main content

Theodor Hansen (1935-)

Hann er føddur við Gjógv 20/7-1935. Aftan á lokna barnaskúlagongd var hann nøkur ár heima og gekk tveir vetrar í kvøldskúla, áðrenn hann fór á Føroya læraraskúla, har hann tók prógv í 1958. Próvtøkuárið varð hann settur lærari í Húsavík, men flutti í 1964 í starv við Tórshavnar Kommunuskúla.

Theodor hevur verið nevndarlimur í Føroya Lærarafelag 1968-80, í Bókadeild Føroya Lærarafelags frá 1965, blaðstjóri á Barnablaðnum nøkur ár, og hann hevur roynst íðin skúlabókahøvundur; saman við øðrum skrivaði og legði hann til rættis »Kristnikunnleika til fólkaskúlan«, »Ættin unga«, ætlað framhaldsdeildini og sjálvur evnaði hann til »Dýralæru 1, 2, og 3« til barnaskúlan og »Nattúrusøgu« til framhaldsdeildina.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).