Bergtóra Hanusardóttir (1946-)
Bergtóra Hanusardóttir var fødd í Havn í 1946, og har vaks hon upp. Hon fór til Danmarkar at lesa til tannlækna og er nú sertannlækni.
Bergtóra hevur verið virkin á ymsum økjum, t.d. í studentafeløgum, ítróttafeløgum, í uttanflokkaðum, samfelagspolitiskum arbeiði, so sum í friðarrørsluni og í Fólkafylkingini móti EEC. Serligan stóran dent hevur hon lagt á kvinnupolitiskt arbeiði. Hon var ein teirra, sum stovnaði Kvinnufylkingina, var í blaðstjórnini á Kvinnutíðindum og hevur umboðað Føroyar á kvinnuráðstevnum ymsastaðni í heiminum. Eisini hevur hon sitið í javnstøðunevndini.
Hon hevur skrivað prosayrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur. Hon viðger ofta samfelagsligu støðuna hjá kvinnum í sínum skaldskapi. Hon knýtir saman bæði tað persónliga og tað samfelagsliga.