Skip to main content

Guðri Helmsdal (1941-)

Guðrið Helmsdal var fødd í Tórshavn í 1941. Hon er lærd sum læknaskrivari og hevur hjágreinaprógv í føroyskum og norðurlendskum máli og bókmentum frá Fróðskaparsetrinum.

Guðrið fór tíðliga undir at skriva yrkingar. Hennara fyrsta yrkingasavn “Lýtt lot” kom út í 1963, og tað var fyrsta savnið av modernaðum skaldskapi á føroyskum skrivað av eini kvinnu. Í 1974 fekk Guðrið Helmsdal virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasøvnini  Lýtt lot og Morgun í mars. Fleiri av hennara yrkingum eru týddar til onnur mál.