Skip to main content

Rakel Helmsdal (1966-)

score business plan help i dont want to do homework bennington college mfa creative writingRakel Helmsdal er fødd í 1966 og búsitandi í Tórshavn. Tó búði hon fimm ár í Frankaríki, har hon skrivaði fýra av bókum sínum. Rakel hevur undirvíst í kreativar skriving og drama og hevur skrivað og sett upp leikir saman við ungdómi. Harumframt hevur hon marionett-leikhúsið Karavella Marionett-Teatur, har hon setir upp egnar leikir.

Rakel er serliga kend fyri bøkurnar um Hugo og myndabøkurnar um lítla skrímsl og stóra skrímsl. Bøkurnar um skrímslini eru týdd til fleiri mál.

Í 1996 fekk hon Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri Tey kalla meg bara Hugo, og í 2007 fekk hon Barnabókaverðlaun Menntaráðs Reykjavíkur fyri Stór skrímsl gráta ikki.