Jeffrei Henriksen (1930-)
Hann er føddur 1/5-1930 í Sørvági. Aftan á at hava gingið í barnaskúla í heimbygdini var hann ein vetur á Føroya Fólkaháskúla, áðrenn hann í 1946 fór á Føroya Læraraskúla, har hann tók prógv í 1950. Hann var lærari í Bø og Gásadali 1950-55, á Eiði 1955-60, í Tórshavnar Kommunuskúla 1960-68, skúlastjóri á Venjingarskúlanum 1968-81 og frá 1981 fastur lærari á Føroya Læraraskúla.
Í 1958 byrjaði Jeffrei brævskúla í føroyskum, hann hevur verið við til at leggja til rættis føroysku lesibókarøðina og hevur sjálvur skrivað og greitt til prentingar: »Lesibók við avmarkaðum orðatilfari«, 1959, »Fyrisagnir til 3. skúlaár«, 1960, »Grundbók brævskúlans í føroyskum«, 1961, »Mállæra til fólkaskúlan«, 1963, »Lítil rættskrivingarorðalisti« 1964, »Føroysk rættskriving til 4. skúlaár« 1967, »Ljóðlæra«, 1975, »Uppgávur í føroyskum til framhaldsskúlan I-II« 1980.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).