Heini Hestoy (1950-)
Heine Hestoy var føddur á Tvøroyri í 1950 og vaks upp har. Heine var til sjós í nøkur ár, fór so á skúla í Marstal í Danmark og tók skipsføraraprógv. Síðan hevur hann búð í Danmark og siglt sum skipari.
Heine Hestoy hevur skrivað stuttsøgur, barna-og ungdómsbøkur og eitt hoyrispæl. Hann viðger ofta gerandisdagin, samspælið millum menniskjuni og arbeiðslívið.
Í 1991 fekk Heine Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri barnabókina Regin og Sára.