Edward Hjalt (1878-1950)
Tað vóru fólk úr Sandoynni, ið vóru tey fyrstu, sum leitaðu sær á danskar háskúlar og komu heim aftur hugtikin og vakt av háskúlans anda. Um aldaskiftið 1900 vóru fleiri ungfólk úr oynni á donskum háskúlaskeiði. Ein teirra var Edward Hjalt, føddur í 1878. Hann var bæði á handverkaraháskúla og á vanligum háskúla-skeiði — Vallekilde veturin 1901/02.
Heimafturkomin festi hann búgv í heimbygdini, arbeiddi sum træsmiður, seinni fekk hann starvið sum brævsavnari.
Hann var sera søguáhugaður maður, og longu í háskúlaárunum á flatlondum fór hann undir at skriva upp ættartal sítt og frásagnir knýttar at tí. Heimaftur komin helt hann fram við hesum starvi, og smátt um smátt birtist hugsanin um at skriva eina Sands søgu. Hann gjørdi eisini vart við sítt skrivliga starv á øðrum økjum: Í Varðan komu frá 1929 onkur søgubrot og ein einstøk yrking, og í samband við ungmannafelagsarbeiði í heimbygdini skrivaði hann sjónleik, sum tó ikki er prentaður.
Í 1948 lá handritið til »Sands søgu« greitt til prentingar, men sjálvur fekk hann ikki ta gleði at síggja bókina koma út. Hann andaðist í Edward Hjalt 1950, og ikki fyrr enn trý ár seinni — í 1953 — varð bókin prentað.
Hon er skipað við einum inngangi um bygdina heima á Sandi, síðan koma frásagnir um gildi og doktaraferðir, :um prestar, læknar, sýslumenn og kirkjuna, og síðan verður greitt frá hvørjum býlingi sær, ættarviðurskiftum og frásøgnum um hendingar, monnum úr býlingunum hevur verið fyri. Bókin er til støddar um 200 síður.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.
Bygda- og siðsøga
Føroyingurin hevur frá aralds tíð verið søgukærur; fedranna brøgd og starvan vóru havd á munni í roykstovuni skýmingarløturnar, meðan arbeiðið gekk — her livdu orðatøkini, gáturnar, ævintýrini, sagnirnar og kvæðini og vórðu flutt til komandi ættarlið.
Okkum var til eydnu lagað, at allur hesin skaldskapur varð festur á blað í tøkum tíma, áðrenn kvøldsetan orsakað av samfelagsbroytingum hvarv, ja, stundum vildi so væl til, at søgufróð og ættkær fólk av sínum eintingum sótu og skrivaðu heilar bygdasøgur, og tá tær komu undan kavi, fingu vit at sanna, at bókmentir er annað enn íspunnar søgur, sjónleikir og yrkingar.