Christian Høj (1904-1992)
Hann er føddur 11/11-1904 á Strondum. Ungur var hann nøkur ár til skips, til hann í 1923 fór á læraraskúlan í Havn, har hann tók prógv í 1926.
Aftan á lokið prógv var hann eitt skifti lærari í Leynum og á Válinum, varð so í 1933 settur annarlærari við Stranda skúla, og her hevur hann starvast síðan, frá 1964 sum fyrstilærari, frá 1969 sum skúlastjóri. Hann legði starvið frá sær vegna aldur og við eftirløn í 1972.
Christian Høj er virknasti barnabókahøvundur okkara. Hann hevur skrivað »Barnasøgur 1-3«, 1964-79, »Lívsmyndir úr Halgubók 1-5«, 1958-80, »Gulllykilin«, 1968, og á 75 ára degi hansara gav Bókadeild Lærarafelagsins út »Til fjalls og fjøru«, 1979, har barnabókahøvundavirki hansara verður lýst soleiðis: »Í øllum tí, Christian Høj skrivar, er ein gudiligur tóni, eitt orð, sum søgan liggur uttanum. Tann ungi, ið søgan er ætlað til, fær eini góð ráð og nógv gott at minnast á, og tey framkomnu fáa eisini ymiskt at leggja sær í geyma«.
Christian Høj hevur eisini skrivað fólkaskúlanum tilfar til søgufrálæruna: »Veraldarsøga«, 1961, seinni komin í tveimum bindum 1976-80, og »Søga okkara I og II«, 1970-80.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.(GG. Seinast dagført í 1983).