Elin Bjørg Højgaard (1945-1977)
Hon varð borin í heim á Toftum 31/10-1945, men flutti sjey ára gomul til Havnar við foreldrunum, tá pápin gjørdist lærari við Tórshavnar Kommunuskúla.
Aftan á lokna skúlagongd og fyrifallandi arbeiði eitt skifti fór hon í 1970 til Keypmannahavnar at læra til frítíðarheimslærara. Eftir lokið prógv í 1973 arbeiddi hon á dagstovnum í Albertslund og Glostrup til hon 27/5-1977 andaðist bert 31 ára gomul.
Elin Bjørg skrivaði tvær barnabøkur og myndaskrýddi tær hegnisliga. Hin fyrra »Stina, Tina og Tummas« kom í 1970. Eftir deyða hennara, í 1978, kom seinna bókin »Trøllalív«, skrivað í ævintýrasniði, men við høvuðsevni, ið uppi er í tíðini: Arbeiðsbýtið kynjanna millum.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.