Skip to main content

Gunnar Hoydal (1941-)

Gunnar Hoydal var føddur í Keypmannahavn í 1941, men vaks upp í Klaksvík og í Havn. Hann fór ungur til Danmarkar at ganga í skúla, og í 1967var hann útbúgvin arkitektur. Í 1972 var hann settur í starv sum býararkitektur í Tórshavn, og røkti hann hetta starv í mong ár.

Gunnar hevur verið sera virkin á mentanarøkinum. M.a. hevur hann verið formaður í Rithøvundafelag Føroya, formaður í Listafólkasambandinum (LISA), limur í Mentunargrunni Løgtingsins og formaður í Fjølriti og Arkitektafelag Føroya.

Gunnar hevur skrivað og givið út yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur, leikir, ferðafrásagnir, listabøkur, ritroyndir og sangir. Evnisvalið spennir víða – frá tí kensluborna til tað satiriska, frá tí persónliga til tað samfelagsliga.  Gunnar hevur eisini týtt ymsar bókmentir til føroyskt.

Í 1982 fekk Gunnar Bókmentavirðsløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, og í 2002 fekk hann Mentanarvirðsløn Landsins.

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hann er føddur í Keypmannahavn í 1941; flutti, tá seinni heimsbardagi var av, saman við foreldrum og systkjum til Føroya, har hann fyrst búði í Klaksvík 1946-50 og síðani í Havn.

Aftan á skúlaár í hesum báðum støðum, fór hann í 1954 við foreldrunum til Equador í Suður Ameriku, har faðirin eitt skifti skúldi virka sum ráðgevi í fiskivinnumálum fyri ST-felagsskapin FAO.

Aftan á eitt ár í hesum fremmanda heimi, fór hann til Danmarkar at ganga i skúla; studentur varð hann í 1960 frá Sorø Akademi, tók so upp lestur við listaháskúlan í Keypmannahavn, har bann í 1967 leyk prógv sum byggifrøðingur.

Í studentaárunum var hann virkin í vinstrapolitiska felagsskapinum Oyggjaframa, m.a. sum blaðstjórnarlimur í stjórn Framans 1963/64.

Í 1969 vann hann eina byggifrøðingakapping um skipan og varðveitslu av Tinganesi í Havn, og í 1972 varð hann settur í starv sum býarbyggifrøðingur í høvuðsstaðnum.

Heilt frá ungum aldri hevur Gunnar givið mentanarspurningum ans, hann var saman við Steinbirni B. Jacobsen ritstjóri Varðans 1976-81, frá 1981 hevur hann verið formaður Rithøvundafelags Føroya og frá 1982 formaður í LISU, ið er samskipan av ymiskum listafeløgum.

Í 1972 legði hann fyri føroyska studentafelagið til rættis bókaverkið »Myndasavn« um listamannin Ingolf Jacobsen, og saman við Steinbirni B. Jacobsen skrivaði hann í 1976 leikin »Den gode vilje«, ið sýndur varð í danska sjónvarpinum.

So av og á hava einstakar søgur, ferðafrágreiðingar og ritroyndarkendir stubbar frá hond Gunnars verið at sæð í bløðum og tíðarritum. Í 1982 komu flestu teirra á prenti í savninum »Av longum leiðum«, sum forlagið Orð og løg gav út og lýsir soleiðis:

»Hesar úrvaldu søgur og frásagnir eftir Gunnar Hoydal hava tað í felag, at tær eru um útlegd og burturferðir. Til samans eru tær at skilja sum ein ferð hjá einum ávísum fólki at leita upp sín umheim. Sogurnar eru samstundis ein ferð gjøgnum ymisk tíðarskeið frá barni til mans«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).