Skip to main content

M. A. Jacobsen (1891-1944)

Mads A. Jacobsen varð føddur í 1891 í Havn. Hann tók preliminerprógv í 1907 og leitaði sær so til Danmarkar á studentaskúla, og har tók hann prógv í 1910. Áðrenn Mads fór av landinum, hevð hann livað við í politisku rembingartíðini, ið fyribils kom í hæddina í 1906, og hann hevði verið limur í Havnar Ungmannafelag. Niðurkomin mundi hann fýlast á restandi felagsskapin millum ungar føroymgar í Keypmannahavn, og hann stóð frammarlaga í royndini at stovnseta felagsskap millum føroyskar studentar í danska høvuðsstaðnum. Hetta fekst í lag í 1910.

Við lærda háskúlan las hann støddfrøði og náttúrufrøði, men av ymsum orsøkum fór hann í 1914 heim uttan at hava tikið prógv. Hann var lærari við real- og læraraskúlan í nevndu lærugreinum frá 1914 til 1919 og hevði umframt uttan fyri skúlatíð frálæru í føroyskum fyri fólki, ið áhuga hevði.

Hóast   Mass  bert  undirvísti  hetta fimm-ára-skeiðið og seinni fór at fáast við annað arbeiði, so má sigast, at fáur hevur við skúlabókagerð dugnað føroyska skúlanum betur enn hann. Hann skrivaði »Rættskrivingarreglur« (1920), ið er komin í fleiri nýggjum útgávum; til bókamentafrálæruna skrivaði hann »Úr bókmentasøgu okkara« (1921), og saman við øðrum fekk hann givið út »Roknibók« (1916), »Føroyskur skaldskapur í úrvali 1 — 3«, »Lesibók, 2. partur« (1939) og ikki at gloyma »Føroysk-Donsk orðabók« (saman við Chr. Matras, 1928).

Í 1919 skuldi bókasavnið í Havn skipast av nýggjum, og løgtingið hevði tá boð eftir M. A. Jacobsen, og valla kundi valið av fyristøðumanni verið hepnari.

Mass var í Danmark 1919 — 20 og lærdi seg bókasavnsarbeiði, kom so heim aftur og skipaði av nýggjum Føroya Amts Bókasavn, nú Landsbókasavnið.

Í 1918 varð hann valdur í Varðanevndina, har hann sat, til hann í 1934 legði frá sær. Í tíðarritinum finna vit bæði yrkingar, søgur — týddar og upprunaligar, ummæli og frásagnir um gitnar menn, men høvuðsarbeiði Massar lá í bókaútgávum bókmentafelagsins. Nóg mikið er her at nevna tær tríggjar: Yrkingarnar hjá Kvívíks-Jógvani (1926), yrkingarnar hjá Jóan Peturi uppi í Trøð (1928) og úrvalsritið eftir M. A. Winther (1932).
 
Tá vit frammanfyri hava nevnt, at Mass hevði bókmentasøguáhuga og skrivaði bók innan hesa grein, eiga vit at nevna, at tað var serliga ein mentamaður, hann hevði djúpasta áhuga fyri. Tað var Jens Chr. Svabo. Ofta og títt røddi og skrivaði hann um hendan merkismann, og í 1924 gav hann út brot úr Føroya-frágreiðing Svabos.

Áhugarnir vóru so mangir; hann gav út »Talvbókina« 1924, minningarritið »Havnar telvingarfelag« (1933) og »Føroya Amts Bókasavn. Minningarrit« (1929).

Miðskeiðis í 30-árunum gav hann seg upp í politikk, varð valdur á løgting, men var annars best kendur sum býráðspolitikari. Longu tíðliga í politikaratíð síni varð hann valdur til býráðsformann í høvuðsstaðnum, og hesum sessi sat hann í, til hann brádliga doyði í 1944.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Bókmentafelagið "Varðin"

an example of an outline for a research paper business plan pro 11.0 premier edition psychology dissertation proposalSíðsta nummar av handskrivaða felagsblaði »Havnar ungmannafelags« er dagfest 27. mars 1912, men longu tríggjar vikur aftaná, 18. apríl verður nýtt ungmannafelag stovnsett í høvuðsstaðnum. Tað fær navnið »Varðin« — sama navn fær handskrivaða blað nýggja felagsins.

Endamál felagsins var orðað í fýra greinum:

  1. at fáa Føroya mál til æru, so tað má koma at njóta fullan rætt á tingi, í rætti, í skúla og kirkju og yvirhøvur í øllum almennum viðurskiftum,
  2. at fremja upplýsing á føroyskum botni,
  3. at styðja føroyska mentan,
  4. í samvirkan við øðrum tílíkum
    feløgum í Føroyum at starva fyri
    at vekja hug hjá Føroya ungdómi
    til samhalds og samarbeiði fyri
    fosturland og fólk.


Tað vóru teir báðir Jákup Dahl og Kristin í Geil, ið buðu inn til stovningarfundin.

Í fyrstu felagsnevndini sótu Jákup Dahl, Símun av Skarði og Poul Isaksen, fyrstnevndi sum formaður.

Annars bíta vit merki í, at allir høvuðsstuðlar Havnar ungmannafelags, M. A. Winther, Nyholm Debess og Petur Alberg,  taka lut í fundarhaldi nýggja felagsins og lata tilfar til blaðið.

Av nýggjum nøvnum, sum í samband við hetta felag stíga fram, kunnu vit nevna Rikard Long, M. A. Jacobsen og Louis Zachariassen.

Fyrstu trý árini verður blað felagsins skrivað í einum eintaki við hond. Í 1915 fara tey undir at prenta »Smáskriftir« uppá 32 síður hvørt. Frá 1915 til 1919 verða givin út tilsamans 18 hefti, ið tilsamans fylla um 400 síður.

Frá 1921 gevur felagið út bókmentatíðarritið »Varðan«, sum kemur út enn í dag. Tilsamans eru komin 47 bind (1921 — 1980) upp á tilsamans o.u. 9000 blaðsíður.