Skip to main content

Hervør Jákupsson (1944-)

Hon er fødd við Gjógv 14/12-1944. Aftan á loknan barnaskúla fór hon á studentaskúla í Hoydølum, har hon tók prógv í 1965. Veturin 1965-66 var hon á Askov háskúla, arbeiddi so fyrifallandi arbeiði, til hon fór á læraraskúla í Hjørring, har hon tók prógv í 1971. Fyrsta árið starvaðist hon í Danmark, flutti so heim til Føroya og fekk starv við Tórshavnar kommunuskúla 1972; frá 1976 hevur hon arbeitt við Hoyvíkar skúla.

Hon hevur evnað til skrivitilfar til tríggjar teir fyrstu flokkar fólkaskúlans: »Sóljan«, 1978, »Smæran«, 1978. »Summardáin«,  1972 og »Blákollan«,  1976.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagfest í 1983).