Jákup í Jákupstovu (1922-1976)
Hann var føddur í Sørvági 7/7-1922. Fimtan ára gamal fór hann í 1937 til skips og var sjómaður í tvey ár. Í 1939 legði hann til brots til Danmarkar at søkja sær lærdóm, og hesi árini fram til 1945 fekk hann verkliga og bókliga læru í handilsskapi og búskaparfrøði.
Tá annar heimsbardagi var hasaður av, gekk leiðin heim aftur til Føroya til sýslufulltrúastarv í heimbygdini. Í 1945 varð Jákup valdur inn á ting umboðandi javnaðarflokkin í Vága valdømi; hann gjørdist gitin í føroyskum politikki, tá ið hann, aftan á at danski kongurin eftir fólkaatkvøðuna í 1946 hevði upployst løgtingið, einsamallur maður møtti á tí ting-fundi, ið boðaður hevði verið, men ongantíð varð hildin.
Fyri støðu sína í stjórnarskipanarmálum aftan á nevndu fólkaatkvøðu varð hann koyrdur burtur úr Føroya javnaðarflokki og skrivaði hann tá fólki til upplýsingar »Ein exclusión«, 1946.
Í 1948 var hann ein av stovnarum Tjóðveldisfloksins, og í 1954 gjørdist hann skrivari í Føroya Fiskimannafelag og flytti tá til Havnar - skrivarastarvið røkti hann til 1971, og hann var blaðstjóri á Fiskimannablaðnum 1954-70.
Jákup var felagsmaður burturav, stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag 1949-53, nevndarlimur m.a. í Listafelagnum og Ferðamannafelagnum og formaður í Rithøvundafelagnum eitt skifti.
Ritverk Jákups viðgera sum rímiligt er fyrst og fremst fiskivinnumál, høvuðsverk hansara er »Kor fiskimanna í Føroyum« 1972, men hann hevur eisini viðgjørt onnur evni eitt nú fólkanøvn í Føroyum.
Jákup í Jákupsstovu andaðist 24/2-1976.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.