Skip to main content

Carl Johan Jensen (1957-)

Carl Johan Jensen var føddur í Havn í 1957 og har vaks hann upp. Í 1973 fór hann til Danmarkar at ganga á studentaskúla. Hann flutti afur til Føroya í 1976. Eftir at hava arbeitt ymiskt fyrifallandi arbeiði fór hann undir hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya í 1979. Eitt skifti las hann íslendskt í Íslandi.

Carl Johan hevur m.a. givið yrkingarsøvn og skaldsøgur út. Eisini hevur hann týtt nógvar bøkur og nógvar leikir til føroyskt. Hann er kendur ummælari.

Í 1990 og aftur í 2006 fekk hann bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hann er føddur 1957 í Havn. Aftan á lokið realprógv fór hann niður á Sorø Akademis Skole og tók gamal/málsligt studentsprógv har í 1976. Í 1981 leyk hann exam. art. prógv í norðurlendskum serliga føroyskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya. 

Carl Johan hevur greitt úr hondum tvey yrkingasøvn: »Yrkingar«, 1977, og »Skríggj«, 1982. Millum yrkjarar í 70-unum líkist hann burturúr, bæði í sniði og evnisvali. Hann er orðaríkari og fram um alt myndaríkari enn aðrir, og tá hann helst leitar sær myndir úr norrønari og grikskari gudalæru, úr gamla og nýggja Testamenti, og úr íslendskum og føroyskum sagnaheimi, setur hann stór krøv til lesara sín. Eisini málsliga líkist hann burturúr; medvitað nýtir hann fornan málburð, har fleiri samtíðar yrkjarar hansara kappast at seta hurðar á víðan vegg fyri tí fjøgguta málburði, ið uttaneftir berst inn á okkum. 

Í  1979 kom »Seinnapartur«, ein stutt *skaldsøga ella ein long *stuttsøga, har   høvundurin lýsir ungdómin í sjeytiárunum, ein ungdóm, merktan av mistreysti, angist, ørkymlan og andligari leti.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).