Skip to main content

Dagny Joensen (1944-)

Dagny Joensen var fødd í Klaksvík í 1944 og vaks upp har. Fimtan ára gomul fór hon í hárfríðkanarlæru í Havn. Seinni flutti hon til Danmarkar og búði har til miðskeiðis í sjeyti-árunum. Síðani tá hevur hon búð í Havn.

Dagny hevur í mong ár starvast sum blaðfólk, m.a. á Sosialinum. Hon er serliga kend fyri síni leikrit, sum eru framførd á palli og í Kringvarpi Føroya (bæði í útvarpi og sjónvarpi).

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hon er fødd í Klaksvík í 1944, men flutti 15 ára gomul til Havnar, har hon fór í hárfríðkanarlæru og tók sveinaprógv í 1963. Í 1964 flutti hon til Danmarkar at búgva, kom heim aftur í 1976 og hevur síðani arbeitt sum blaðkvinna, fyrst á  myndablaðnum »Nú«, seinni á »Tingakrossk og síðan á »Sosialinum«.

Hon er ein teirra, ið hevur latið útvarpinum føroyskar útvarpsleikir, har hon viðger gerandismál og serliga kvinnulagnur. Í 1981 vórðu tríggir av hesum leikum, »Er tú nøgd, Bina?«, »Selma og Páll« og »Býr nakar inni har, mamma?« givnir út á prenti í savninum »Gerandislagnur«.

Dagny hevur eisini skrivað sjónleikin »Tilvildin«, ið Havnar Sjónleikarfelag frumframførdi á heysti 1982.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).