Skip to main content

Hanus Debes Joensen (1913-1995)

Hann er føddur á Tvøroyri 27/11-1913. Hann tók preliminerprógv í 1929 og studentsprógv á Rungsted studentaskúla í 1932. Hann fór so at lesa læknafrøði í Keypmannahavn, tók læknaprógv í 1939 og embætislæknaprógv í 1942. Næstu fýra árini arbeiddi hann á ymsum sjúkrahúsum í Danmark, fór so heim aftur til Føroya í 1946 og røkti læknastarv í Norðurstremoy búsitandi í Vestmanna til 1949, tá ið hann gjørdist landslækni og flutti til Havnar; landslæknastarvið røkti hann til 1979.

Sum landslækni var hann bundin av óteljandi nevndarálitisstørvum, men kortini greiddi hann, umframt at hava frálæru í læknafrøði m.a. á Føroya Sjómansskúla, úr hondum fjøltáttað bókaverk og føroyskum fróðskapi var hann dyggur stuðul, soleiðis var hann formaður í Føroya Fróðskaparfelag 1952-74 og næstformaður 1974-77, næstformaður í Fróðskaparseturráðnum 1956-74 og formaður 1974-77, harumframt í ritstjórnini fyri Fróðskaparriti 25-ára-skeiðið 1952-77.

Bókaverk hansara fevna um ymislig evni. Hann hevur skrivað hóp av læknafrøðiligum ritgerðum, m.a. doktararitgerðina »Studier over brysternæringens udbredelse og betydning belyst pá et materiale af 4948 spædbørn født i ægteskab i Holbæk amt i árene 1939-42«, 1954. Innan alisfrøðina hevur hann ikki minst málsliga gjørt slóðbrótaraverk við bókini »Alisfrøði« 1969.

Men hann hevur eisini víst føgrum listum ans, hann var leingi formaður í Listafelag Føroya, og sum ítriv hevur hann fingist við at flyta útlendskan bundnan skaldskap yvir á føroyskt mál - glæsiligt úrslit er bókin »Eystanduni« við týðingum úr kinversku T'ang tíðini, 1976.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).