Skip to main content

Jákup Joensen (1902-1975)

Hann var borin í heim í Klaksvík 18/10-1902. Hann fór ungur til Danmarkar, lærdi fyrst til diakon og tók so gudfrøðiligt embætisprógv.

Í 1939 varð hann settur í starv sum hjálparprestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi og í 1946 sum sóknarprestur sama stað. Sama árið gjørdist hann Føroya próstur og í 1963 varð hann útnevndur til varabiskup, eitt starv hann røkti fram til 1972.

Umframt at hava latið úr hondum rit við andaligum innihaldi hevur hann skrivað bókina »Víkingasynir« 1947, sum hevur undirheitið: Úr sjómansins søgu í krígstíðini 1939-45.

Hann doyði 1/8-1975.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.