Jóan Pauli Joensen (1945-)
Hann er føddur í Sørvági 30/4-1945, gekk í barnaskúla í heimbygdini og tók preliminerprógv á skúlanum á Giljanesi 1962.
Í eitt ár var hann vikarur í Gásadali, fór só á studentaskeið í Rønde í Jútlandi og leyk prógv har í 1966. Hann tók fyrst hjágrein í etnografi á lærda háskúlanum í Århus, fór so til Lund í Svøríki at lesa fólkalívsfrøði, gjørdist fil. kand. 1971, cand. mag. 1974, fil. doktor í 1975 og fekk docent-førleika 1980.
Frá 1977 hevur hann havt fast starv á Føroya Fornminnissavni.
Jóan Pauli hevur skrivað hóp av vísindaligum greinum eitt nú í »Mondli«, »Fróðskaparrit og fleiri fólkalívsfrøðiligum tíðarritúm í útlondum.
Doktararitgerð hansara »Færøske sluppfiskere« kom á prenti í 1975, í 1980 kom á svenskum »Färöisk folkkultur« og í 1982 »Fiskafólk«.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).