Skip to main content

Haldur Suni Haldurson Johansen (1963-)

Haldur Suni var føddur í Klaksvík í 1963, og har vaks hann upp. Hansara fulla navn er haldur Suni Haldurson Johansen. Hann er útbúgvin innan kunningartøkni og starvast í hesi vinnu.

Hann hevur skrivað stuttsøgur, ævintýr, ymsar greinar og serliga yrkingar. Løg eru sett til fleiri yrkingar, sum eru komnar út á fløgu.