Oddvør Johansen (1941-)
Oddvør Johansen var fødd í 1941 og vaks upp í Havn. Hon er útbúgvin innan orgulspæl á konservatoriinum í Keypmannahavn. Umframt at vera rithøvundur hevur hon starvast sum tónleikalærari og sum organistur í Havnar kirkju.
Oddvør debuteraði við skaldsøguni ”Lívsins summar” í 1982 og hevur síðani verið sera virkin sum høvundur. Hon hevur m.a. skrivað stuttsøgur, skaldsøgur, barnabøkur og hugleiðingar. Hennara tekstir eru týddir til onnur mál, og hon hevur fingið fleiri virðislønir fyri síni avrik.
Í skaldskapinum viðger hon bæði persónlig og samfelagslig viðurskifti. Hon lýsir eitt nú støðuna hjá konum í samfelagnum, hjúnalagið, at vera mamma, at vera barn, lívskorini hjá ymsum stættabólkum, eins og teirra møguleikar og avmarkingar.
Oddvør fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 1983 og 2002, og í 1988 fekk hon Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs.