Skip to main content

Jákup Martin Kjeld (1901-1965)

Hann var føddur 30/11-1901 í Elduvík, men vaks upp í Funningsfirði, hagar foreldrini fluttu, tá ið hann var reiðiliga ársgamal. Aftan á loknan barnaskúla arbeiddi hann á hvalaveiðustøðini í Funningsfirði, var til skips nøkur ár og fór so á Føroya Fólkaháskúla 1921-22.

Veturin 1923-24 var hann næmingur á Askov háskúla í Danmark, fór so á læraraskúla í Vordingborg og tók prógv har í 1929. Fyrstu árini var hann vikarur í Klaksvík, ferðalærari við skúlarnar á Langasandi og við Ljósá 1931-35, síðan lærari við Tórshavnar millum- og realskúla frá 1935 til hann doyði í 1965. Havnartíðina var hann eisini tímalærari á Føroya Læraraskúla, Tórshavnar Handilsskúla og Tórshavnar tekniska skúla og stutt skifti á Føroya Fólkaháskúla.

Hann var stjórnarlimur Føroya Lærarafelags 1943-56, í blaðstjórn »Skúlablaðsins« 1944-57 og fyrsti formaður í Bókadeild Føroya Lærarafelags 1956-65. Í hesum starvi var hann høvuðsálitið í royndini at fáa føroyskum børnum hóskiligan lesnað á móðurmálinum; sjálvur týddi hann »Frændaleysur« 1961 og »Kring jørðina í kavbátk 1963, hann legði til rættis útgávuna av »Míni jólabók« 1950-57 og fekk í lag aftur útgávuna av »Barnablaðnum« 1959-.

Av øðrum ritverkum, hann legði til rættis, nevna vit fimti ára minningarrit Føroya Lærarafelags »Skúli og uppfostran« 1948 og fyrru útgávu av bókini »Lærarafólk í Føroyum«, 1957.

Kjeld var ein av stovnarunum av felagnum »Føroya Náttúra - Føroya Skúli«, og aftan á deyða hansara kom í 1971 bók hansara »Ryggleys dýr« ætlað náttúrusøgufrálæruni í fólkaskúlanum.

Á 75-ára føðingardegi hansara í 1976 gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út barnasøgusavnið »Lítla Gunnvør og kálvurin«.  

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.