Marjun Syderbø Kjelnæs (1974-)
Marjun Syderbø Kjelnæs er fødd í 1974 og uppvaksin í Havn. Hon tók studentsprógv í 1993 og var útbúgvin sjúkrasystir í 1998.
Hon hevur skrivað stuttsøgur og útvarpsleikir. Høvuðsevnið í skaldskapi Marjunar snýr um tær undranarverdu treytir, vit menniskju liva undir. Tað, sum hugtekur hana mest, er tríeindin: skilið, kenslan og trongdin.
Frá 2004 til 2010 var Marjun nevndarlimur í rithøvundafelagnum. Í 2011 vann hon Norðurlendsku barnabókavirðislønina fyri skaldsøguna Skriva í sandin, og í 2008 vann hon Barnabókavirðsløn Tórshavnar býráðs. Harumframt hevur hon fingið gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum og 3 ára starvsløn úr Mentanargrunni Landsins.