Skip to main content

Alexandur Kristiansen (1949-)

Alexandur Kristiansen er føddur í 1949 í Fuglafirði, og har vaks hann upp. Hann tókst við ymiskt fyrifallandi arbeiði, til hann fór í læraraskúla. Hann hevur starvast sum lærari í Fuglafirði í mong ár.

Alexandur hevur verið sera virkið skald og er serliga kendur fyri sínar yrkingar og sínar barnarímur, men hann hevur eisini skrivað ymiskt í óbundnum máli. Alexandur Kristiansen er framúr góður týðari, at týða bundnan skaldskap. Evnisvalið í yrkingum hansara er fjølbroytt. Hann lýsir m.a. tær innaru kenslurnar, arbeiðslív og samfelagið.

Alexandur fekk Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 1977, og Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs í 1983 og 2003.

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hann er føddur í Fuglafirði í 1949. Tók realprógv í heimbygdini, fór so á Føroya Læraraskúla og tók prógv í 1976. Fyrstu árini var hann lærari á Venjingarskúlanum í Havn, og frá 1978 hevur hann verið lærari í Fuglafirði.

Sum flest øll ungfólk, ið fingist hava við yrkingalist, var Alexandur í fyrstani neyvt knýttur at skaldskapi, ið aðrir høvdu skapað undan honum. Í fyrsta savninum »Nón«, 1968, yrkir hann minningarkvæði um J. H. O. Djurhuus, og ferð eftir ferð lænir hann myndir, stundum heilar reglur orð fyri orð, frá hesum skaldi.

»Økt er tal av kappagrøvum,
blóðigar bróta bárur ...«

Sama er galdandi eisini fyri søvn, ið komin eru seinni, t.d. triðja savnið »Við fjøll og bláan fjørð«, 1972, har yrkingin »Við veldi Jahve kemur« fær hugan at leita at stóryrking Janusar »Móses á Sinaifjalli«.

Felags fyri hesi bæði søvnini er eisini, at yrkingasniðið er ógvuliga reglubundið við endarími og stigjøvnum lagi.

Í øðrum savninum »Assa«, 1969, eru tekin um frígjørdari snið, og í savninum »Jomfrú við ongum bróstum«, 1972, er yrkjarin so víðgongdur í sínum nýskapanaroyndum, at hann sjálvur setur spurnartekin aftan á undirheitið »yrkingar«.

Ikki slepst undan at siga, at rættiliga ofta, serliga í fyrru søvnunum, kemur tú fram á yrkingar, ið liggja ov neyvt upp at fremmandum fyrimyndum, tú sjálvur hevur borið við, og minni enn so altíð er tað viðmerkt, at talan er um beinleiðis týðing: Eitt' dømi er yrkingin »Hvør kann sigla« úr savninum »Við fjøll og bláan fjørð«, ið er beinleiðis flutt yvir' í føroyskt við kendu svensku vísuni »Vem kan segla förutan vind« sum fyrimynd.

Alexandur er sera fjølbroyttur yrkjari, og í evnisvali spennir hann víða í teimum úti við 400 yrkingunum, hann hevur latið prentað.
 
Í fyrru søvnunum yrkir hann um náttúruna, kvinnuna, ástina og deyðan, og mangan er hann her hin einsamalli, hugtungi unglingin. Í teimum báðum seinastu søvnunum »Málið er mítt øki«, 1975, og »Várt dagliga lív«, 1979, dagar undan samhugur við tey happaðu, tey svongu í stóra heiminum, arbeiðarastættina, tey ófrælsu í fangatippunum og tey krígsherjaðu:
 
»Meðan vit koyra
norður eftir noyggj
fara hermenn kleyrandi
gjøgnum rísveltur
flýggja kvinnur og børn ræðslusligin
inn í smátturnar
liggur seyður friðarligur
á beiti í brekkunum

Meðan vit koyra fram við
hvalastøðina standa
smátturnar í ljósum loga
leita børnini eftir eygum ið sløktust
gráta eyguni úr sær
leita eyguni yvir
á Eysturoyarlandið
har bátur liggur útfyri
við gørnum«.
                           (»Norður eftir oyggj«) brot

Alexandur hevur sjáldsama góðar týðaragávur, og serliga hevur hann lagt seg eftir at týða og umyrkja barnasangir úr grannamálunum. Nógv av hesum tilfari er komið í »Barnablaðið«, og í 1977 gav hann part av tí út undir heitinum »Kannubjølluvísur«. Hann hevur eisini týtt gitnu bókina »Tann lítli prinsurin«, 1979, eftir Antoine de Saint-Exupéry.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

Sekstiárini

Eins og fimtiárini vóru tað, eru sekstiárini eisini merkt av hugsjónarliga tvídráttinum millum stórveldini.

Berlinmúrurin setir mark millum bæði Týsklondini, og Kubakreppan hóttir heimsfriðin. Niðurbundin lond í Afriku rembast við og tveita av sær hjálandaokið, blámenn í Suður-Afriku og USA krevja síni sjálvsøgdu rættindi og mannsømandi kor, men verða nívdir undir byrsumúla. Seinni setir USA sær fyri at bumba sosialistiska Norður-Vietnam aftur í steinøldina, men verður fyri svíðandi ósigri, og Sovjet ger innrás í Tjekkoslovakíið, at bjarga sosialismuni í landinum, meta teir sjálvir, at kúga fólkaræðið, meta vestanlond.

Ungfólk taka tíðina so ymisliga, summi eru medvitin og gera uppreistur, onnur dyrka vakurleikan sum blómubørn, og uppaftur onnur flýggja undan veruleikanum inn í rúsnýtslu og mistreysti.

Heima hjá okkum verður hetta tíggju ára skeiðið í stóran mun merkt av, at NATO-herstøð seinast í fimtiárunum ímóti fólksins vitan og vilja verður lumpað inn á okkum. Teir fýra sjálvstýrisflokkarnir, so ymiskir hugsjónarliga, finna saman í landsstýrissamgongu 1963-66, og fiskimarkið verður flutt út á tólv fjórðingar, heimaútróðrinum til miklan frama. Síggja vit burtur frá drúgvu skaldsøgu Jens Paula Heinesens »Tú upphavsins heimur« 1962-66, mugu vit siga, at sekstiárini, hvat ið skaldskapi í óbundnum máli viðvíkur, eru sera fátækslig; skaldsøgur koma fáar, og stuttsøgurnar eru ótættar. Á sjónleikaøkinum hendir tað gleðiliga, at útbúgvin føroyskur sjónleikari kemur heim at virka og kunnar føroyska áskoðaran við framtakshugaðar sjónleikahøvundar sum Brecht og Ionesco - men enn sum áður er langt millum føroysku upprunaleikirnar.

Hugsa vit um nýskapan í hesum tíðarskeiði, verða vit at snúgva okkum at bundna  skaldskapinum. Rætt er tað,  at nógv verður yrkt, ið er meinlíkt gomlum yrkingasniði, men tvær nýskapanarleiðir verða gingnar.