Skip to main content

Sólrún Michelsen (1948-)

Sólrún Michelsen var fødd í Havn í 1948, men vaks upp á Argjum. Eftir lokið realprógv arbeiddi hon á Telegrafstøðini. Síðani arbeiddi hon í egnari heilsølu í Havn – mestu tíðina sum stjóri – til 2008, tá hon fór at arbeiða burturav sum høvundur.

Sólrun hevur skrivað barnabøkur, yrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur. Høvuðstemu í ritverkinum hjá Sólrun eru millum annað gerandisdagurin hjá børnum, samspæl millum vaksin og børn, kærleiki, búning,  aldurdómur og lívsvirði. 

Í 2007 kom skaldsøgan Tema við Slankum.

Sólrun Michelsen fekk Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs í 2002 og M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir í 2008.

Sí eisini http://fo.wikipedia.org/wiki/S%C3%B3lr%C3%BAn_Michelsen.