Gregers Møller (1727-1804)
Um miðja 18. øld — var siður, at studentarnir við Lærda háskúlan eina ferð um árið skuldu flyta fram annaðhvørt í skrift ella í eini røðu eina frágreiðing um serstakt evni, sum teimum varð givið av Regenspróstinum. Svarið skuldi verða givið á latínskum máli. Oftast viðgjørdu føroyskir studentar evni teimum fremmant í hesi »declamatio« (røðu) ella hesum »dissertatio« (riti), men vit hava dømi um tveir føroyskar studentar, sum løgdu fram føroyskt tilfar: Gregers Møller, prestasonur úr Havn, føddur 1727, deyður 1804, flytur í 1751 røðu um Streymoynna (Declamatio in insulam Færoensem Strømøe), og tíggju ár seinni — í 1761 — leggur Christopher Müller, bóndasonur úr Skálavík, føddur 1732, deyður 1804, fram rit, ið skal vera grundarlag undir kjaki, um Føroyar ikki kunnu geva meiri inntøkur »De quærendo in et ex insulis Feröensibus meliori proventu observationes«.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.