• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Høgni Mohr (1968-)

Høgni Mohr (føddur í Tórshavn 8. oktober 1968) er føroyskur rithøvundur. Høgni er uppvaksin í Vági. Hann er útbúgvin maskinsmiður, hevur lisið útflutningstøkni og hevur skrivað, síðan hann var blaðungur.

Høgni hevur arbeitt fyri tey flestu føroysku bløðini og hevur eisini havt tekstir í danska Informatión og íslendska Morgunblaðnum.
Hann var í nøkur ár knýttur at Kringvarpi Føroya, í útvarpi og sjónvarpi. Høgni hevur eisini arbeitt fyri BBC og Al Jazeera og verið vertur í náttúrusendingum hjá Vice Media, eins og hann hevur luttikið í sending hjá Huffington Post.

Høgni hevur serstakan penn. Í strembanini eftir at verða húðleyst ærligur er hann bersøgin og ósvikaligur - fyri summi ov bersøgin. Hann meistrar føroyska málið, orðini og hvussu hesi verða sett saman til heildir og brot, ið ofta ikki eru sædd áður. Stundum er Høgni sín egna royndarkanin, og hann kann tykjast at ferðast á markinum til tað destruktiva í leitanini eftir einum tindrandi sannleika fyri at seta evnið í perspektiv. Høgni er sum ein ketta, ið gongur millum fólkini í Føroyum. Stundum kelin, elskulig og enntá følin, men tó altíð sín egna.

Mest selda bók í Føroyum í 2017 var Fractura nasi - Høvundurin ristir ei á hondunum. Hann styrkir støðu sína sum frásøgumaður. Høgni grætur, lær og slær, men spillir ikki seg sjálvan við listarligum ósketni. Hann varðveitir tamarhaldið sum ein annar Louis Theroux - Urd Johannessen

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018