Skip to main content

Morits Mohr (1918-1956)

Hann var føddur á Sandi í 1918. Aftan á barnaskúlagongd í heimbygdini var hann veturin 1933/34 á Føroya Fólkaháskúla; í 1936 fór hann niður til Høng í Danmark, har hann tók preliminerprógv í 1938. 1 1940 varð hann við undantaksloyvi tikin upp í 2. læraraskúlaflokk, og hann tók læraraprógv í 1942.

Frá 1942 til 1953 var hann lærari á háskúlanum og frá 1953 til hann doyði, í 1956, var hann lærari á Tórshavnar kommunuskúla.

Mourits gjørdi undir egnum navni og undir dulnevninum Óðin Ódn vart við seg í ungmannafelagsarbeiði, fyrst í Virkinum á Sandi, síðan í Merkinum í Havn.

Mourits Mohr, 1918-1956. 26 Hann skrivaði *skemtileikir til framførslu í heimbygdini, hann yrkti tættir, men kendastur er hann fyri at hava skapað minniligu hjúnini Læars og Annu Lenu, sum fólk kundu lesa um í jólablaðnum Følv at kalla á hvørjum ári frá 1943 til 1955.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Felagslív í Føroyum

Tríatiárini vóru stóra *skaldsøgu- og *stuttsøgufree math problems how to write a college admission essay quickly writing jobs onlineskeiðið í føroyskum bókmentum, og tað er ikki at ganga nøkrum ov nær at siga, at bókmentavirkið her á landi í fýratiárunum í mangar mátar var eftirljóð av tí, ið undan var skapað.

Í høvuðsstaðnum var í bardagaárunum ríkt felagslív, ungfólk komu saman í felagnum »Merkinum« - og til hvønn fund hevði onkur skrivað okkurt í handskrivaða felagsblaðið, sum nevndist »Neistin«. So varð lisið upp, og fundarfólkið skuldi siga sína hugsan um avrikið. Tað vóru eisini ungfólk, ið stóðu »Merkinum« nær, ið skipaðu fyri útgávu av einum søgublaði, ið æt »Aldan« og kom út hálváraskeiðið juni- desember 1940. Blaðstjóri var Stig G. Rasmussen úr Havn.

Um somu tíð sá annað søgublað dagsins ljós, tað var »Nýtt land« fylgiblað Dagblaðsins, stjórnað av Maurentius Viðstein - blaðið kom um leið eina ferð um mánaðin í tíðarskeiðnum 1939-43.