Skip to main content

Poul Karbech Mouritsen (1904-1969)

Hann var føddur í Havn 15/11-1904. Aftan á barnaskúlagongd og skúlaár í Millum-og Realskúlanum í Havn, fór hann í prentaralæru á prentsmiðju Frams, og prentlistin gjørdist lívsstarv hansara.

Tvey tíðarskeið var hann blaðstjóri á málgagni Javnaðarfloksins, 1934-40, tá ið blaðið bar heitið »Føroya Socialdemokrat« og 1948-50, tá tað nevndist »Sosialurin«.

Verkliga kom Karbech at skipa fyri, tá gongd aftur fekst á útgávuna av »Barnablaði« lærarafelagsins - hetta var í 1959.

Sjálvur skrivaði hann so av og á barnasøgur, hugtakandi søgusnið og málslig dygdarverk. Sjey teirra, skrivaðar í tíðarskeiðinum 1928-54, vórðu í 1955 givnar út í savninum »Sjey søgur«.

Hann andaðist 25/11-1969.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.