Johannes Andreas Næs (1920-)
Johannes Andreas Næs er føddur í Nesi í Hvalba í 1920. Aftan á barnaskúlan var hann fiskimaður í nøkur ár, fór so á læraraskúlan í Havn og tók prógv í 1942. Fyrstu árini var hann vikarur ymsastaðni í Suðuroy, sat í starvi í Porkeri 1944-49, í Vági 1949-62, varð so í 1962 fyribils settur sum skúlaráðgevari í serundir-vísing fyri alt landið, fekk fast starv sum slíkur frá 1965.
Av mongu álitisstørvum hansara nevna vit, at hann var nevndarlimur í Føroya Lærarafelag 1959-68, harav formaður í mong ár, og nevndarlimur í útvarpsnevndini 1963-.
Longu á ungum árum gav hann út yrkingasavnið »Keldufar«, 1949. Hann nýtti tá dulnevnið Flóvin Flekk.
Í 1959 varð hann av Føroya Landsstýri valdur í Føroya Skúlabókagrunn, formaður frá juli 1966. Hann hevur soleiðis havt stóra ávirkan á føroyska skúlabókaútgávu hetta 25 ára skeiðið, sjálvur hevur hann evnað til »Stavkistlar«, 1964, »Orðatalvur og Orðakort«, 1966, »Martin Luther«, 1970, og saman við øðrum skúlafólki hevur hann lagt til rættis kristnibókarøðina og føroysku lesibókarøðina til fólkaskúlan.
Umframt hetta hevur hann verið blaðstjóri á »Sunnudagsblaðnum« 1951-78, og hann hevur frá 1951 verið formaður í teimum nevndum, ið lagt hava til rættis útgávu av Heimamissiónssangbókini.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).