Bjarni Niclasen (1919-1980)
Hann var føddur í Kunoy 2/5-1919. Komin til mans var hann fiskimaður eitt skifti, fór so á Føroya Læraraskúla og tók prógv har í 1946. Eitt skifti var hann lærari ymsastaðni í Danmark, flutti so heim aftur til Føroya í 1956 og gjørdist lærari við Tórshavnar millum- og realskúla. Í 1962 gjørdist hann lærari, á Føroya Læraraskúla, og her starvaðist hann, til hann vegna sjúku legði arbeiðið frá sær miðskeiðis í sjútiárunum.
Hann doyði í 1980.
Bjarni var virkin skúlabókahøvundur, sum skrivaði lærubøkurnar »Rúmdin«, 1961, »Evnafrøði«, 1963, og »Alisfrøði 1-3« 1979-82.
Umframt legði hann úr hondum mikið týðaraverk. *Fornsøgur høvdu hansara stóra áhuga, og hann flutti yvir á føroyskt »Heimskringlu«, ið kom í trimum bindum 1961-64, »Laksdøla søgu«, 1965, og »Njáls søgu«, 1966; har umframt týddi hann víkingaskaldsøguna »Ormur Reyði 1-2«, 1978-80, og gitnu skaldsøgu William Heinesens »Den sorte gryde«, sum á føroyskum fekk heitið »Í Sortanum«, 1975.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.