H. M. Niclasen (1906-1967)
H.M. Niclasen var borin í heim í Sørvági í 1906. Aftan á lokna barnaskúlagongd arbeiddi hann sum skrivstovumaður í heimbygdini, eitt skifti var hann sýslufulltrúi í Vestmanna. Seinni umboðaði hann útlendskar fyritøkur í Føroyum og ferðaðist kring landið sum ferðasølumaður.
Á ungum árum hevði hann í Havn fingið stutta upplæring sum rakari og hárskeri, og hetta yrkið røkti hann eisini í heimbygdini. Hann var ógvuliga virkin maður, sum hevði frálíkar gávur at koma í samband við fólk, felagsmaður var hann dyggur, m. a. sum formaður Sørvágs Ítróttarfelags í drúgt áramál.
Honum dámdi at lesa og sjálvur tókst hann við yrkingalist. Eftir hann er savnið »Summarljómur«, 1953.
Hann doyði í 1967.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.