Skip to main content

Sigrid Niclasen (1854-1927)

Sigrid var fødd og uppvaksin í Havn. Mamma hennara var Maria Hansdatter, sum yrkti fleiri tættir m.a. ein um systkinabarn Sigrid, Billu Hansen. Pápin var H.N. Jacobsen, bókahandlari. Hon giftist í 1891 og átti 4 børn. Sigrid leikti í báðum teimum fyrstu føroysku leiksýningunum 1889, í Veðurføstum sum Súsanna Helena Patursson skrivaði, og Gunnari havreka eftir Rasmus Effersøe. Hon skrivaði sjálv leikin Jákup á Møn eftir táttinum hjá Nólsoyar Páll, og hann var fyrstu ferð á palli í 1890. Hon ikki bert dramatiseraði táttin, hon nýyrkti ørindini um fríggjarabúnan hjá Jákupi, og hugburðurin er broyttur. Sigrid var uppií, tá ið skipað varð fyri fyrstu barnaansingini í Havn í 1892, hon var limur í fyrstu nevnd Føringafelags, og hon stóð fyri bókahandlinum, eftir at faðirin doyði, til hon sjálv fekk børn. Í minningarorðum um hana í Dimmalætting (nr. 88, 1927) stóð, at „Hon var av góðari gamlari føroyskari slekt (...) var trúgv móti øllum góðum gomlum, íðin og arbeiðssom. Hon var hátt mentað kvinna, hugstór og hjartagóð"

Skaldskapur:

Jákup á Møn (leikrit), Tórsh. 1903. 

Bókmentir:

Malan Simonsen Kvinnurøddir, Tórsh. 1985, bls. 33 og 44.

Úr: Malan Simonsen (nú Marnersdóttir): Bylgjurnar leika í trá. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1992.