Skip to main content

Óðin Ódn (1943-)

Óðin Ódn, *dulnevni fyri Levi Niclasen - Frammanundan hevur Mourits Mohr nýtt sama dulnevni - er føddur í Hvalba í 1943. Aftan á barnaskúlan arbeiddi hann eitt skifti í kolinum, var í Grønlandi og arbeiddi á landi í Føroyingahavnini eitt tvey ára skeið, fór so á læraraskúla í Havn og tók prógv í 1967. Próvtøkuárið varð hann settur í starv í heimbygdini, og har hevur hann virkað síðani, seinastu árini sum fyrstilærari.

Í 1970 gav Óðin Ódn út tvey yrkingasøvn, »Hvirlur« og »Eg eri í iva«, í 1973 kom søgusavnið »Tey í urðink, í 1974 »Reyðibarmur«   (yrkingar   og   suttsøgur), og í 1975 komu aftur út tvey yrkingasøvn, »Óttast ikki« og »Viðrák og mótrák«.

Evnini, hann viðger, eru kvinnan og ástin, nútíðar kjakevni í samfelagslívi og politikki og náttúran, stundum sum alment fyribrigdi, men oftast eru náttúruupplivingarnar knýttar at heimbygdini og støðum har í nánd.

Yrkingalagið er braneggjað, og ikki er tað skeivt, tá ið víst hevur verið á, at Óðin Ódn í yrkingum sínum mangan er eitt eftirljóð av oyggjarfelaganum Poul F. Joensen.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).