Skip to main content

Jørgen M. Olsen (1912-)

Hann er føddur á Eiði 14/8-1912. Atta ára gamal flutti hann suður til Vágs, har hann gekk í barnaskúla. Farin úr skúlanum lærdi hann til skómakara hjá pápa sínum.

Kendur er Jørgen vorðin av teimum náttúruvísindaligu kanningunum, hann mesta partin av lívi sínum hevur framt á Vágsfirði - eitt kanningararbeiði, sum hevur gjørt navn hansara gitið eisini uttan fyri Føroyar. Í 1982 kom fyrsti partur av stórari ritgerð um sildina á Vágsfirði »Náttúrunnar børn I«. 

Sínum egnu børnum skrivaði hann uppalandi barnasøgur, og seinni eru tríggjar teirra komnar á prenti: »Krypilin«, 1976, »Pisuvarðin«, 1976 og »Grannaklandur« 1977.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

Í 1983 varð *Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri *yrkisbókmentir latin Jørgen M. Olsen við hesi grundgeving:

"Náttúrunar børn er úrslit av kanningum, sum sjálvlærdi granskarin Jørgen M. Olsen hevur gjørt í fríløtum í meira enn 30 ár.
Bókin gevur okkum nýggja vitan um sildina og atburð hennara.
Høvundurin greiðir so hugtakandi frá eyðleiðingum sínum í orðum og frálíkum myndum, at bókin ikki bert er væl greidd náttúrufrøði, men eisini listaverk." Kelda.