Erlendur Patursson (1913-1986)
Hann er føddur í Kirkjubø 20/8-1913, sonur skaldið og politikaran Jóannes Patursson og konu hansara Guðny. Blaðungur fór hann til Íslands, har hann í 1933 tók studentsprógv. Haðani fór hann til Oslo, har hann tók 1. part í búfrøðislestri, fullfíggjað cand. polit prógv tók hann á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1942.
Heimafturkomin til Føroya eftir stríðslok var hann fíggjarligi ráðgevi løgtingsins 1946-47, eitt skifti fiskimaður og í 1953 varð hann kosin til formann í Føroya Fiskimannafelag. Nú kom hann av álvara upp í politikk. Hann var við til at stovnseta Tjóðveldisflokkin og gjørdist í apríl 1949 blaðstjóri á málgagni floksins »14. September«, eitt starv hann røkti í fyrstu atløgu fram til 1962 og aftur frá august 1973 til januar 1976.
Í 1954 varð hann valdur tingmaður fyri Sandoyar valdømi, sum hann umboðaði fram til 1966. Frá 1970 hevur hann verið valdur á ting fyri Suðurstreymoyar valdømi. Hann var landsstýrismaður í sjálvstýrislandsstýrinum 1963-66 og føroyskur fólkatingsmaður 1973-77.
Erlendur hevur lagt úr hondum frágera nógv skrivligt tilfar, umframt tær hundraðtals politisku blaðgreinirnar og tey mongu *ritini, ið viðgera samfelagsmál, hevur hann skrivað tvey stórverk.
Annað er minningarrit Føroya fiskimannafelags »Fiskiveiði - Fiskimenn 1850-1939 I-II«, sum kom út 1961/62, og fram-haldið »Fiskivinna og fiskivinnumál 1940-70 I-II-III«, ið kom út í tíðarskeiðinum 1976-1981, og hitt er ein Føroya søga, ið ætlandi kemur í 5 pørtum, harav tríggir eru komnir.
Fyri ritverk síni fiskivinnuni viðvíkjandi fekk høvundurin í 1981 heiðursløn *M. A. Jacobsens fyri *yrkisbókmentir
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).