Skip to main content

Páll Patursson (1894-1967)

Páll Patursson. Hann varð føddur í 1894 í Kirkjubø, elsti sonur Jóannesar bónda og Guðny, ið var av íslendskari ætt.

Tá ið Jóannes legði frá sær, festi Páll Kirkjubøgarð, og sigast kann, at fyri hesum søguliga umhvørvi livdi og andaði hann -tók gestablíður móti fremmandafólki og greiddi fegin frá ættararvinum.

Tað skrivliga, hann legði úr hondum, hevur eisini tilknýti at søguliga áhuganum; kendasta verkið er sjónleikurin »Sverri kongur«, 1954.

Páll bóndi doyði í 1967.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.