Skip to main content

Ludvig Petersen (1918-)

Hann er føddur 20/2-1918 í Sandavági. Komin til mans var hann trý ár fiskimaður, fór so á Føroya læraraskúla og tók prógv í 1942. Hann var vikarur á Viðareiði 1942-43, lærari á Selatrað og Morskranesi 109 1944-45 og í Bø og Gásadali 1945-49. Árini 1946-47 og 1947-48 var hann ársskeið á Danmarks Lærerhøjskole. Lærari á Tvøroyri 1949-51 og við Millum- og Realskúlan í Tórshavn, seinni Tórshavnar Kommunuskúla, 1951-65, harav varaskúlastjóri seinasta skúlaárið. Frá 1. oktober 1965 settur í starv sum landsskúlaráðgevi og frá 1. august 1979 landsskúlastjóri. Hesi síðstnevndu størv hava havt við sær, at hann hevur sitið sum limur, ofta nevndarformaður, í óteljandi nevndum, ið lagt hava til rættis broytingar innan føroyska skúlaverkið.

Nevndarlimur hevur hann verið í Føroya Lærarafelag 1956-66, harav formaður eina setu, og hann var blaðstjóri á »Skúlablaðnum« 1956-67.

Í 1963 gav hann út bygdarsøguna »Sandavágs søga«, og hann var við í tí arbeiðsbólki, ið legði til rættis roknibókarøðina til 1-7. skúlaár 1965-75.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).