Poul Petersen (1901-2001)
Hann er føddur í Funningi 3/9-1901. Komin til mans tók hann lut í vanligum bygdararbeiði, fór so niður til Danmarkar og tók studentsprógv í 1925. Hann tók so upp lestur við lærdan háskúla og tók løgfrøðisprógv í 1931.
Árini frá 1932 til 1937 var hann sýslumaður í Norðuroya sýslu við bústaði í Klaksvík, í nøkur ár virkaði hann sum løgfrøðiligur ráðgevi í Havn, fekk so í 1951 fulltrúastarv í landsumsitingini, og hetta starv røkti hann, til hann legði frá sær vegna aldur.
Innan føroyskan politikk hevur hann havt mong álitisstørv, alt frá tí fólka-floksveljarar í Eysturoy settu hann inn á ting í 1940, til hann bar seg undan afturvali í 1974.
Poul Petersen er søgukønur maður, sum hildið hevur mangan áhugaverdan fyrilesturin eitt nú í útvarpinum, og bæði bókaverkini, ið eftir hann liggja, viðgera søguligar og samfelagsligar spurningar: »Ein føroysk bygd«, 1968, og »Føroyar í søguni«, 1975.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG.Seinast dagført í 1983).