Petur Pólson (1973-)
Petur Pólson var føddur í 1973 og vaks upp á Toftum og í Gøtu. Hann tók studentsprógv í 1992 og flutti seinni til Danmarkar, har hann m.a. las bókmentir á lærda háskúlanum í Århus. Seinni fór hann á Føroya Læraraskúla, tók læraraprógv í 2001, og starvast hann nú sum lærari vesturi í Vágunum, har hann eisini er búsitandi.
Petur er kendur frá tónleikaraumhvørvinum, er við á fleiri fløgum og hevur sjálvur givið tónleik út. Harumframt hevur hann givið fleiri yrkingasøvn út. Í 1997 fekk hann virðisløn M. A. Jacobsens fyri savnið Ongin sól er til.