Skip to main content

Jóan Christian Poulsen (1881-1970)

Hann varð føddur í Hesti 1881, og her vaks hann upp, festi búgv og búði her alla ævi sína.

Foreldur hansara vóru søgufróð fólk, ið væl dugdu at fara um føroyskt mál, og frá teimum mundi hann hava ansin og áhugan fyri máli og fyri mentanar- og siðsøgu.

Rættiliga ungur var hann, tá hann fór at senda sálmar, upprunayrktar og týddar, til »Føroyskt Kirkjutíðindi«, og frá 1931 og upp gjøgnum árini finna vit í »Varðanum« so av og á yrkingar og siðsøguligt tilfar.

Í 1947 kom úr hansara hond »Hestsøga«, ein hin best skrivaða og greiðasta bygdasøga, vit eiga. Seta vit upp innihaldsyvirlitið, fáa vit eina hóming av, hvussu ríkt innihaldið er: Oyggj okkara. Bygdin., Búreisingur. Matgerð. Kolan. Læknar og læknaferðir. Postsøgur og aðrar flutningssøgur. Torv. Kópaveiða. Fuglabjørgini. Útróður. Jarðarviðurskiftir. Akting. Neytahald. Seyðabrúkið. Skaðasøgan. Kirkjusøgan. Grind og grindaferðir. Handilssøgan. Kappróður. Ránsmenn. Mýs. Síl. Viðavøkstur. Ferðafólk. Garðar. Gávuseyður. Hav. Mangt er forborgið. Frásagnir um ymsu húsini í bygdini. Úti á Hæli. Sparsemi og dugnaskapur. »Bátsbandið«. Bátahavnin. Staðanøvn.

Í 1957 læt Jóan Chr. Poulsen úr hondum bókina »Føroysk orðafelli og orðtøk«.  Í  formæli   tekur hann soleiðis til:

»Tá eg fór undir at savna orðafelli og orðtøk, var tað við tí í huga, at tey munnu ikki fara at verða so nógv nýtt í talumálinum sum fyrr í tíðini, og at tørvur er á at fáa tey at vera meiri fyri teimum, ið áhuga hava at kunna seg við tey«.

Tilsamans finna vit í bókini rnillum 1200 og 1300 orðafelli. Summi eru tikin upp aftur eftir Jákup Dahl, summi eftir V. U. Hammershaimb og so er savn høvundans lagt aftrat,   og høvundurin hevur so týtt øll orðafellini. Orðtøkini — 638 í tali — eru partvíst eftir A. C. Evensen, partvíst slík, høvundurin hevur hoyrt gomul fólk tikið til. Hesar báðar bøkurnar »Hestsøga« og »Føroysk orðafelli og orðtøk« hava ikki minst málslrga stóran týdning, og tær tryggja Jóan Christiani í Hesti glæsiligan sess í bókmentasøgu okkara.

Hann doyði í 1970.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Bygda- og siðsøga

superhero writing paper best compare and contrast essay art college essay help wind energy essayFøroyingurin hevur frá aralds tíð verið søgukærur; fedranna brøgd og starvan vóru havd á munni í roykstovuni skýmingarløturnar, meðan arbeiðið gekk — her livdu orðatøkini, gáturnar, ævintýrini, sagnirnar og kvæðini og vórðu flutt til komandi ættarlið.

Okkum var til eydnu lagað, at allur hesin skaldskapur varð festur á blað í tøkum tíma, áðrenn kvøldsetan orsakað av samfelagsbroytingum hvarv, ja, stundum vildi so væl til, at søgufróð og ættkær fólk av sínum eintingum sótu og skrivaðu heilar bygdasøgur, og tá tær komu undan kavi, fingu vit at sanna, at bókmentir er annað enn íspunnar søgur, sjónleikir og yrkingar.