Skip to main content

Jóhan Hendrik Winther Poulsen (1934-)

Hann er føddur 20/6-1934 í Sumba. Barnaárini gekk hann í skúla í Skopun, hagar hann flutti saman við foreldrunum í 1940. Í 1948 fór hann til Havnar at ganga í skúla og leyk preliminerprógv í 1952. Eitt skifti las hann enskt og latín við lærda háskúlan í Keypmannahavn, seinni norrønt í Reykjavík og í Keypmannahavn; hann tók mag. art. prógv í norrønari málfrøði í 1966.

Í eitt ár var hann knýttur at orðabókaarbeiði á Árnasavni í Keypmannahavn, í eitt ár var hann gestalærari á lærdum háskúla í Illinois í USA, kom so í 1968 heim í starv á Fróðskaparsetri Føroya; eftir at Christian Matras í 1971 legði frá sær, var Jóhan Hendrik deildarstjóri á Føroyamálsdeildini.

Í studentadøgunum var hann eitt skifti blaðstjóri á Oyggjaskeggja, og heim aftur komin hevur hann verið formaður Varðans eitt skifti og frá 1975 í rítstjórnini á Fróðskaparriti. Hann hevur bæði latið føroyskum og útlendskum tíðarritum málsøguligar greinir, og hann hevur týtt bæði í bundnum og óbundnum máli, m.a. bókina hjá Jørgen Frantz Jacobsen »Danmark og Føroyar«, men høvuðsverk hansara higartil er eykabindið til »Føroysku-Donsku orðabókina«, 1974.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

Ymiskt tilfar