Skip to main content

Tóroddur Poulsen (1957-)

Tóroddur Poulsen var føddur í Havn í 1957, og har vaks hann upp. Hann starvast sum rithøvundur og er búsitandi í Keypmannahavn.

Tóroddur hevur givið út fleiri yrkingasøvn. Stílurin er rættiliga ymiskur, stundum prosakendur, stundum knappur og onkuntíð haikukendur. Í sínum yrkingum lýsir hann m.a. tann innara heimin, mótsetningar í samtíðini og moralin. Hann kann vera speirekandi og atfinningarsamur eins og kensluborin.

Tóroddur fekk Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 1992, og hevur tvær ferðir (1996 og 2002) verið í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Wikipedia

Vencil