Vilhelm S. Poulsen (1881-1966)
Vilhelm S. Poulsen var føddur í Havn í 1881. Aftan á barnaskúlan fór hann í snikkaralæru og arbeiddi sum timburmaður og snikkari alla sína tíð - stundum, tá lítið byggiarbeiði var, arbeiddi hann í pakkhúsinum í Vágsbotni. Í 1920-unum fekk hann sær eisini handil, har hann m.a. seldi skreytlutir, eitt nú smáar rokkar og leypar, ið hann sjálvur evnaði til.
Hann hevði góðan hug at lesa, og hann fekst eisini í smáum við at skriva søgur. Fyrsta søga hansara kom í Varðan í 1946. Tað var »Agni og køvarin«, ið samstundis kom í serprenti; í 1956 varð hon uppafturprentað, tá saman við trimum øðrum søgum, ið eisini høvdu staðið í Varðanum. Sama ár, 1956, kom á donskum *skaldsøgan »Storbonden i Vigen« við undirheitinum »Roman fra Færøerne«.
Vilhelm S. Poulsen doyði í 1966.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.