Skip to main content

Oddfríður Marni Rasmussen (1969-)

Oddfríður Marni Rasmussen var føddur í Havn í 1969, men vaks upp á Sandi. Hann hevur gingið á  Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn 1998 – 2000 og var útlærdur lærari á Føroya Læraraskúla í 2011.

Oddfríður hevur givið út fleiri yrkingasøvn og tvær barnabøkur umframt at hava skrivað fleiri stuttsøgur, týðingar og ummæli í tíðarritinum Vencli.

Oddfríður er limur í fleiri mentanarnevndum og var formaður í Listafólkasambandinum, LISA. Saman við Arnbirni Ólavsson Dalsgarð ritstjórnar hann tíðarritið Vencil, og  í 2009 fingu teir mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri hetta avrik.  Harumframt hevur Oddfríður fingið Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 2000

Wikipedia

Vencil