Skip to main content

Olivar á Ryggi (1871-1963)

Olivar á Ryggi varð borin í heim í Miðvági í 1871, og í heimbygdini virkaði hesin stillføri maður alt til deyðadags í 1963.

Hann var ein teirra, ið Føringatíðindi og tjóðskaparrørslan vaktu til skaldavirki. Sum ungur tók hann dúgliga lut í ungmannafelagsarbeiði, og hann yrkti dúgliga.

Ein yrking hansara byrjar soleiðis:

»O móðurlandið! eg elski teg, frá
barnaárum eg alskin kendi; við dygd og
stimbri tú aldi meg, at himli eygað mítt
vendi.«

Í hesum ørindi finna vit aðaltónan í skaldskapi hansara: Kærleikan til móðurlandið og til himmalska faðirin. Hóast Olivar á Ryggi ongantíð gav út yrkingasavn sjálvur, so er rúgvan av songum og sálmum, ið eftir hann liggur, alstór, og tað mundi frøa hann inniliga, at summir sangir hansara fingu innivist í »Songbók Føroya Fólks« og summir sálmar í »Sálmabók Føroya Fólks«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.