Skip to main content

Sofía Petersen (1884-1960)

Hon varð fødd í Havn 7/9-1884 og gekk í privatskúla hjá Fanzisku Jacobsen. Longu 16 ára gomul fór hon at seyma fyri fólk; í 1908 fór hon niður til Danmarkar at arbeiða og nema sær kunnleika, kom heim aftur í 1916 og arbeiddi á skrivstovu eina tíð, rak so saman við øðrum seymi- og bindistovu 1926-38.

Í hesum árum var ríkt felagslív í Havnar sjónleikarfelag, og sum sjónleikari var Sofía framúr - høvuðsleikari í fleiri stórum leikum, m.a. »Rannafelli«, sum William Heinesen skrivaði seinast í 20-unum.

Í privatskúlanum hevði hon fingið eina ógvuliga danskt-hugaða skúlauppaling. Tilkomin gjørdist hon helst av hesum sama sera áhugað fyri øllum føroyskum eyðkennum. Frá ommu síni, ið ættað var úr Koltri, lærdi hon hóp av søgnum, *ævintýrum og skjaldrum. Ein part av hesum læt hon prenta í bókina »1 skýmingini«, 1947, sum Elinborg Lützen hevði myndaskrýtt so frágera hegnisliga.

Í føroyskari barnabókaútgávu man henda vakra útgávu, prentað var hon í 7000 eintøkum, altíð fara at standa sum ein høvuðshending.

Sofía doyði 9/3-1960.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.